Zelenskyj bjóðar Kina at tosa um friðarloysn

Zelenskyj bjóðar Kina at tosa um friðarloysn
Ukraina er fyrsta landið í krígsstøðu, sum fær lán úr Altjóða gjaldoyragrunninum
Kríggið í Ukraina hevur vart í meira enn eitt ár. Kina hevur lagt fram eina friðarætlan, og ukrainski forsetin hevur nú boðið kinesisku myndugleikunum at tosa um uppskotið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.03.2023 - 09:38

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, bjóðar nú Kina til samrøðu.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði í gjár, at friðarætlanirnar hjá Kina kunnu verða grundarlagið undir eini loysn í Ukraina, tá ið vesturheimurin og Kyiev eru til reiðar.

Og hesum svarar Zelenskyj nú, og bjóðar Kina vælkomnum at tosa um støðuna.

Hann sigur, at Ukraina hevur boðið Kina at gerast felagi, soleiðis at uppskriftin upp á eina loysn kann setast í verk, sum forsetin málber seg.

- Vit hava sent innbjóðingina og bíða eftir svari, segði Zelenskyj á tíðindafundi í gjár.

 

Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, hevur júst verið á vitjan hjá ukrainska forsetanum, Zelenskyj. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Lán úr IMF

Ukraina er fyrsta landið í krígsstøðu, sum fær lán úr Altjóða gjaldoyragrunninum, IMF.

Ukraina fær 15,6 milliardir dollarar í láni. Tað eru næstan 108 milliardir krónur í okkara peningi.

Lánið, sum IMF við hesum fyri fyrstu ferð veitir einum krígsraktum landi, verður eftir ætlan góðkent um nakrar vikur.

Hetta verður eisini ein av størstu fíggjarligu hjálparpakkunum til Ukraina, síðani russisku innrásina.

Tað er stutt síðani, at Altjóða gjaldoyragrunnurin broytti reglugerðina, soleiðis, at tað verður loyvt at veita londum lán, hóast búskaparligu útlini eru óvanliga ótrygg.

Tað ber til at broyta reglugerðina, tí fíggjarlig trygd verður veitt frá millum øðrum ES og G7-londunum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028