Orkudepil á Kambsdali til sølu

Orkudepil á Kambsdali til sølu
Landsverk selir nú orkudepilin á Kambsdali, sum var ein royndarverkætlan, ið byrjaði í 2008, men steðgaði upp í 2017.
 
25.03.2023 - 10:39

Útgerðin er nú ogn hjá landinum, og millum annað er talan um tvær vindmyllur, sum framleiða umleið 10.000 kiloWatt-tímar um árið inn á netið hjá SEV.

Tá ið verkætlanin í síni tíð fór í gongd, vóru fleiri partar við til at fíggja hana, og ætlanin var tá, at hetta millum annað skuldi gerast størsta sólorkuskipan í Norðuratlantshavi.

Nú royndarverkætlanin annars ikki hevur verið í gongd síðstu árini, skal økið ruddast, og tí kunnu áhugað nú bjóða upp á útgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655