Føroyingar fáa ein forsmakk upp á Eurovision-showið hjá Reiley í apríl

Føroyingar fáa ein forsmakk upp á Eurovision-showið hjá Reiley í apríl
Føroyingar fáa eisini høvi at uppliva eitt Eurovision-show við Reiley, tí leygarkvøldið 22. apríl klokkan 19 fer Reiley á pallin í Høllini á Hálsi í Havn
Reiley kemur til Føroya í apríl at geva føroyingum ein forsmakk upp á Eurovisio-showið
Mynd: Pressumynd  
 
29.03.2023 - 15:42

Leygardagin 22. apríl - hálva triðju viku áðrenn Reiley skal á pallin at umboða Danmark til Eurovision í Liverpool - fer føroyska poppstjørnan á pallin í Høllini á Hálsi í Havn. 

"Áðrenn eg fari avstað til Liverpool at framføra í Eurovision, so ynski eg at bjóða føroyingum ein forsmakk upp á framførsluna," greiðir Rani Petersen frá úr London, har hann er búsitandi og fyrreikar seg til Eurovision-luttøkuna. 

"Áhugin fyri Eurovision-luttøkuni er stór í Føroyum, og tí haldi eg, at tað er umráðandi at geva føroyingum lut í mínari luttøku." 

Rani Petersen greiðir eisini frá, at framførslan verður á leið ein tíma, og hann ætlar sær at framføra tey løg, sum hann higartil hevur útgivið, eitt nú "Let It Ring", "blah blah blab", "Strange Love" og sjálvandi Melodi Grand Prix-vinnarasangin "Breaking My Heart". 

"Hetta verður eitt show fyri øll," sigur Rani Petersen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083