Norðurlendingar á lista hjá Time Magazine við fólkum við størstu ávirkan

Norðurlendingar á lista hjá Time Magazine við fólkum við størstu ávirkan
Time Magazine hevur gjørt ein lista við 100 fólkum, sum blaðið metir hava størstu ávirkan í heiminum. Danska Margrethe Vestager og svenski Johan Rockstrøm eru á listanum.
Margrethe Vestager er ES-kommisserur í kappingarmálum, og hon er á listanum hjá Time Magazine.
 
14.04.2023 - 10:38

Tveir norðurlendingar eru á listanum, sum amerikanska tíðarritið Time Magazine hevur gjørt, við 100 fólkum, sum blaðið metir hava størstu ávirkan í heiminum.

Time Magazine ger slíkan lista eina ferð um árið, og fyri 2023 eru danska Margrethe Vestager og svenski Johan Rockstrøm við. 

Margrethe Vestager er ES-kommisserur í kappingarmálum og hevur fleiri ferðir bjóðað heimsins størstu tøknifyritøkum av, og Johan Rockstrøm er stjóri á granskingarstovninum fyri ávirkan av veðurlagsbroytingum í týska býnum Potsdam.

Listin er ikki býttur upp í nummar 1 til nummar 100, men hevur í staðin 100 fólk, sum eru bólkað ymiskt. 

Onnur fólk á listanum eru eitt nú filmsleikarin Colin Farrell, Charles kongur av Bretlandi, rithøvundurin Salman Rushdie, amerikanski forsetin Joe Biden, vinnulívsmaðurin Elon Musk, fótbóltsspælarin Lionel Messi og sangarin Beyoncé.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083