- Tíðindi, mentan og ítróttur
Granskað yvirmøði hjá fiskimonnum

- Hetta er størsta kanningin á staðnum, sum nakrantíð er gjørd millum fiskimenn, og við so mongum variablum.
Tað er eitt av skoðsmálunum, Annbjørg Abrahamsen, fekk, tá hon í gjár vardi sína ph.d.-ritgerð um yvirmøði hjá fiskimonnum.
Hon hevur kannað, hvussu yvirmøði hevur ávirkað kognitivu avrikini hjá tilsamans 157 monnum, ið sigla við ísfiskalínuskipum, frystilínuskipi, garnaskipi og trolbátum undir 40 tons.
Øktur vandi fyri vanlukkum
Felags fyri hesar skipabólkar var, at teir bert høvdu eina manning og onga skipan fyri frítúrar, og dáturnar eru savnaðar yvir 15 mánaðir frá 18 túrum við 15 ymsum skipum.
Talan er um fiskimenn, sum hava langar arbeiðsdagar, samstundis sum svøvnurin er væl minni enn almennu tilmælini fyri at røkja lívsneyðugar sálarligar og kropsligar funktiónir.
Hetta kann økja vandan fyri vanlukkum, men eisini hava negativar avleiðingar á sálarligu og kropsligu heilsuna hjá teimum sum fiska á sjónum.



























