Gera kloakk í Kvívík lidna

Gera kloakk í Kvívík lidna
Í næstu viku verður farið undir at gera kloakkina í Kvívík lidna, og lagt verður til brots vestan fyri Stórá.
Meðan arbeiðið at gera kloakkina í Kvívík lidna verður gjørt, er Áarvegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring
Mynd: Kvívíkar kommuna  
 
15.04.2023 - 18:14

Høvuðsleiðing er løgd, og nú eru tað húsini við Áarvegin og Víkarvegin, ið skulu bindast í.

Fyrst skal eitt reinsiverk leggjast niður í vegin niðri í Túni á Áarvegnum, og leiðingin tvørtur um ánna skal gerast liðug.

Lagt verður fyri við húsunum, sum eru niðast, og síðan verður arbeitt niðanfrá.

Kvívíkar kommuna boðar frá, at meðan arbeiðið verður gjørt, er Áarvegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring.

Roknað verður ikki við, at arbeiðið fer at taka so langa tíð, men fyrivarni verður tikið fyri, at forðingar kunnu vísa seg at fara at vera, meðan arbeiðið verður gjørt.

Kloakkviðurskiftini í hinum bygdunum í kommununi eru stórt sæð í lagi, men nú verður so farið undir at fáa viðurskiftini í lagi í Kvívík eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609