Páls Høll nýggja oljufýring

Páls Høll nýggja oljufýring
Í vikuni undan páskum fekk Páls Høll eitt nýtt og størri oljufýr, so hitin kundi vera meira støðugur, og royndirnar higartil hava verið góðar.
Mynd: Vágs kommuna  
 
15.04.2023 - 18:16

Síðani Suðuroyggin fekk grønari orku við bæði vindmyllulund og battarískipan, hevur Páls Høll til tíðir havt avbjóðingar við hitanum.

Upprunaliga var álitið avlopshiti frá elverkinum í Vági, men grøna orkan hevur tikið broddin av hesum møguleika.

Vágs kommuna útvegaði sær eitt oljufýr til Páls Høll, ið tekur við, tá ið elverkið í Vági verður sløkt, men hetta hevur ikki víst seg at verið nøktandi.

Tí fekk Páls Høll í vikuni undan páskum eitt nýtt og størri oljufýr, so hitin kundi vera meira støðugur, og royndirnar higartil hava verið góðar.

Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, sigur at kommunan arbeiðir framhaldandi við eini varandi orkuloysn til Páls Høll.

- Hetta arbeiðið gongur rættan vegin og miðja verður eftir, at arbeiðið verður liðugt í 2023, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655