- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarafundur í Kollafirði

Týskvøldið klokkan sjey verður borgarafundur á bókasavninum í skúlanum í Kollafirði.
Millum annað verður ein framløga av gongdini í fólkafrøðiligu gongdini í Kollafirði, samanborið við restina av landinum.
Spurt verður, hvat gongdin merkir fyri eina bygd sum Kollafjørð og hvørji framtíðarútlitini eru.
Hugt verður at bústaðarmøguleikunum og útstykking í Kollafirði, og hvørjar ætlanir kommunan hevur hesum viðvíkjandi.
Eisini verður tosað um námsfrøðiligu tilboðini, skótahús, almennar trivnaðarumstøður og annað.
Ynski er um almenn høli og uttandura umstøður til trivnaðarlig endamál, og kommunan fer á fundinum at vísa á møguleikar.
Kunnað verður eisini um heitu kelduna á Lygnnesi, og somuleiðis verður tosað verður um staðseting av eldradeplinum.



























