50.000 trø í Dalinum langa

50.000 trø í Dalinum langa
Nú skal Dalurin langi í Hoyvík fríðkast og gerast eitt náttúruøki við gonguleiðum, uppihaldsøki, rørslu- og spæliøki, so hetta kann vera til trivnað fyri borgarar
Dalurin langi í Hoyvík
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
16.04.2023 - 18:19

Tórshavnar kommunu hevur gjørt sáttmála við Urtagarðstænastuna, sum í kapping við tríggjar aðrar veitarar vann uppgávuna at gera ætlaða náttúruøkið í Dalinum langa.

Økið skal skipast við gróðurseting, so tað í støðum verður tætt, fjálgt og viðarlundakent, men aðrastaðni opnari, so dalurin og vátlendið í stóran mun verða varðveitt.

Tilsamans verða væntandi eini 50.000 trø plantað í økinum, og kommunan hevur samskift við vinnugrannar um at vera við í plantingini í økinum upp at vinnustykkjunum eystan fyri Dalin langa.

Næsta leygardag eru allir borgarar í økinum bodnir at vera við til ein arbeiðsdag, har øll í felag gróðurseta og planta náttúruøkið.

Eftir kaffi og morgunbreyð klokkan 11 fara øll at gróðurseta, og heitt verður á fólk um at hava sín egna spaka við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609