Samandráttur: Miriam og Árant aftur best

Samandráttur: Miriam og Árant aftur best
Miriam í Grótunum og Árant á Mýruni gjørdu aftur bart í ár, tá føroyameistararnir í einmansleiki í badminton skuldi finnast. Tey bæði vunnu sítt annað FM-heitið á rað
17.04.2023 - 18:40

Finalan í einmansleiki hjá monnum í badminton var ein endurtøka av finaluni í fjør, tá ið Árant á Mýruni úr MBF og Jónas Djurhuus úr HBF aftur møttust í avgerandi dystinum.

Árant á Mýruni endurvann føroyameistaraheitið frá í fjør, og hann vann finaluna í dag 2-1 á Jónasi Djurhuus. 

Jónas Djurhuus fekk annars betru byrjanina og vann fyrsta sett og spældi væl heilt fram til steðgin í øðrum setti. 

Men so kúvendi Árant á Mýruni dystinum, og eftir steðgin var tað so at siga einvegis ferðsla heilt fram til steðgin í triðja setti.

Tá fór Jónas at bíta frá sær aftur, men tað gekk ikki hjá honum.

Árant vann annað settið 21-15 og triðja settið 21-14.


Miriam vann á Miu

Finalan í einmansleiki í badminton stóð millum Miriam í Grótinum, sum hevði meistaraheitið frá í fjør at verja, móti Miu Thorkildshøj, sum ikki hevði verið í eini FM-finalu fyri vaksin fyrr. 

Talan gjørdist um ein sera javnan og spennandi dyst, sum tó endaði við, at Miriam í Grótinum vann 2-0. 

Føroyameistarin segði eftir dystin, at hon gjørdi nøkur mistøk, sum kundu verið dýr. 

Men hon megnaði kortini at halda høvdið kalt móti endanum á báðum settunum, sum var nóg mikið hjá henni at tryggja sær føroyameistaraheitið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207