Boð send eftir Kjartani og Vilhelmi

Boð send eftir Kjartani og Vilhelmi
Bæði Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen eru tiknir við í hópin hjá hondbóltslandsliðnum, sum í næstu viku skal spæla lagnudystir ímóti Ukraina og Eysturríki
Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen eru báðir tiknir við í landsliðshópin
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
18.04.2023 - 14:43

Bæði Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen eru tiknir við í hópin hjá hondbóltslandsliðnum, sum í næstu viku skal spæla avgerandi EM-undankappingardystir ímóti Ukraina og Eysturríki, skrivar Hondbóltssambandið.

Í fyrstu atløgu vórðu 15 spælarar tiknir út, tí landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, vildu hyggja nærri at skaðastøðuni hjá ávísum spælarum. Bæði Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen hava havt skaðar at dragast við hetta kappingarárið, men teir báðir høgru bakkarnir eru somikið birgir nú, at báðir hava fingið pláss í landsliðshópinum.

Bert 16 av teimum 17 spælarunum verða við til dystirnar móti Ukraina og Eysturríki, skrivar HSF. Dysturin á heimavølli ímóti Ukraina verður spældur mikudagin 26. apríl, og fýra dagar seinni verður síðsti dysturin í undankappingini ímóti Eysturríki.

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083