Kamarkórið fyri fjórðu ferð

Kamarkórið fyri fjórðu ferð
Barnharður Wilkinson stjórnaði tveimum av teimum trimum fremstu kórunum á Kórfestivalinum í Fuglafirði um vikuskiftið.
 
30.04.2023 - 08:49

Hundraðtals kórsangarar hava um vikuskiftið verið á Kórstevnuni 2023 í Fuglafirði, sum eisini var kórfestivalur, har ikki færri enn 17 kór kappaðust.

Tá ið avtornaði, vann Tórshavnar Kamarkór framman fyri Silvitni og Tarira, sum blivu ávikavist nummar tvey og trý. Merkisvert er, at Bernharður Wilkinson stjórnaði bæði Tórshavnar Kamarkóri og Tarira.

Síðani kórini fóru at kappast í 2015, hevur Tòrshavnar Kamarkór nú vunnið fýra ferðir, Tarira tvær ferðir og Silvitni eina ferð.

Zacharias heiðraður
Eisini vann Gøtu kirkju ungdómskór áhoyraravirðislønina og Zacharias Sørensen fekk heiðursbræv fyri sítt stóra arbeiði at gera og geva út kórnótabøkur.

Umframt kórfestivalin, var kendi skotski kórleiðarin, Michael Bawtree, við á kórstevnuni og stjórnaði tí stóra felagskórinum, sum legði fyri á konsertini í gjár.

Í ár eru 55 ár liðin síðani fyrstu kórstevnuna og hetta var fimtu ferð, at kórstevnan var í Fuglafirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083