VIDEO: Soleiðis sær Eurovision-showið hjá Reiley út

VIDEO: Soleiðis sær Eurovision-showið hjá Reiley út
Eurovision-luttakararnir eru longu komnir til Liverpool, og fyrstu ábendingarnar um, hvussu showið hjá føroyska Reiley verður, eru komnar út á sosiala miðlin TikTok
Soleiðis sær Eurovision-pallurin út, tá ið Reiley fer á hann. Her eru upptøkur av fyrstu gjøgnumgongdini hjá Reiley
 
02.05.2023 - 23:37

Rani Petersen, sum er fyrsti føroyingur nakrantíð, ið hevur sungið seg í Eurovision-sangkappingina, er longu lendur í Liverpool í Onglandi, sum hýsir ársins Eurovision-sangkapping. 

Fyrireikingarnar eru í gongd, og tey, ið hava verið spent at vita, hvat Rani Petersen, ið er best kendur undir navninum Reiley, fer at finna á uppá, hava nú fingið eitt lítið innlit. 

Herfyri kom fram í donskum miðlum, at Reiley hevur gjørt av ikki at hava dansarar við sær á pallin, sum hann annars hevði til Melodi Grand Prix-finaluna.  

Spurningurin var bara so, hvat ger Reiley ístaðin? 

Á TikTok-vanganum hjá Eurovision sæst eitt lítið videobrot, har Reiley hevur fyrstu gjøgnumgongdina av framførsluni hjá sær í Liverpool undir yvirskriftini "Dazzling Denmark", sum merkir blendandi Danmark. 

Reiley leggur øllum eina við, at klæðini, hann er í, ikki eru tey, sum hann fer á pallin til Eurovision í. 

 

@eurovision Dazzling Denmark ✨🇩🇰 #Eurovision2023 #Eurovision @Rei ♬ original sound - Eurovision

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083