Hondbóltshoyvík fór við øllum

Hondbóltshoyvík fór við øllum
Hondbóltur og Hoyvík hoyra saman. Tað staðfesti mansliðið hjá hoyvíkingum í kvøld, tá ið teir vunnu FM-heitið og tryggjaðu H71 tvífalda greipu
Hoyvíkingarnir hava ikki tíð at fáa armarnar niðuraftur í hesum døgum.
 
17.05.2023 - 22:00

Mansliðið hjá H71 vann í kvøld FM-heitið við sigri á VÍF og tryggjaði sær sostatt greipuna.

Sigurin staðfestir hondbóltsstyrkina í Hoyvík, har bæði kvinnurnar og menninir vunnu bæði steypa- og landskappingina í ár. 

Dysturin í kvøld endaði 25-21. Júst sum kappingarárið sjálvt myndaði seg, byrjaðu vestmenningar betur, men so líðandi mentist heimaliðið, og tá ið alt skuldi avgerast, var H71 sterkast og spældi seg til sítt sjeynda FM-heiti.

VÍF vann fyrstu finaluna, og tá bendi nógv á, at føroyameistarin ikki fór at vera funnin fyrr enn í fimtu finaluni í Vestmanna, men tá ið H71 vann á útivølli um vikuskiftið, fingu teir kjansin í Hoyvík, og har vinna teir aloftast.

Tað gjørdu teir eisini í kvøld, og gleðin á hoyvíkingum er ferfaldað. 


Hoyvíkshøllin (4. FM-finalan í Burn-deildini)
H71 - VÍF, 25-21 (13-12)

Toppskjúttar, H71: Rói E. á Skipagøtu 7, Peter Krogh 7
Toppskjúttar, VÍF: Filip Jojic 5, Magnus Müller 3, Kristian Jensen 3

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378