Russiskur leiguhermaður í Noregi vil sleppa heimaftur

Russiskur leiguhermaður í Noregi vil sleppa heimaftur
Andrej Medvedev sigur seg hava verið leiguhermann í Wagner-herinum í Ukraina
Andrej Medvedev flýddi til Noregs í januar, men nú vil hann sleppa heimaftur til Russlands.
Mynd: CNN  
 
19.05.2023 - 10:03

Russiska sendistovan í Oslo váttar, at maðurin, sum sigur seg hava verið leiðara fyri eini herdeild í privata russiska Wagner-herinum, hevur vent sær til sendistovuna og sagt, at hann vil sleppa heimaftur.

Andrej Medvedev segði seg vera russiskan leiguhermann í Wagner-herinum í fleiri mánaðir í fjør, áðrenn hann í januar rýmdi til Noregs og bað um friðskjól har.

Nú hevur hann lagt út fleiri videoupptøkur, og tær hava vakt ans. 

Har sigur hann, at hann vil sleppa heimaftur til Russland, og at hann hevur tosað við russisku sendistovuna.

Og tað váttar sendistovan.

- Vit vátta, at Medvedev hevur verið í konsul-deildini á sendistovuni. Spurningurin um heimsending til Russlands skal loysast sambært russiskari lóg, sigur Timur Tsjekanov á russisku sendistovuni í Oslo, við NTB.

- At Medvedev vil sleppa  heimaftur til Russlands er, tí hann sjálvur vil tað, sigur Tsjekanov.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083