Ukraina fær hernaðarliga hjálp fyri 2,5 milliardir

Ukraina fær hernaðarliga hjálp fyri 2,5 milliardir
G7 toppfundur er í dag. Amerikanski forsetin Joe Biden lovar hernaðarligan stuðul til Ukraina
 
21.05.2023 - 14:50

Ukraina og Volodymyr Zelenskyj fara at fáa meira hernaðarliga hjálp frá vesturlondum.

Tað kom fram á G7-topfundinum í dag. Tað eru leiðararnir í Kanada, Fraklandi, USA, Italia, Japan, Stórabretlandi og Týsklandi, ið fundast. Tað skrivar Reuters.

Ukrainski forsetin var eisini við á fundinum har millum annað amerikanski forsetin Joe Biden lovaði hernaðarligan stuðul til Ukraina.

Sambært Reuters er virðið á hernaðarligu hjálpini umleið 2,5 milliardir krónur.

Bretski forsætisráharrin, Rishi Sunak boðaði eisini frá, at Bretland er til reiðar at venja ukrainskar pilotar. Hetta arbeiðið skal byrja í summar, sigur hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083