Stjórnarflokkurin størstur, men kanska verður eitt valumfar aftrat

Stjórnarflokkurin størstur, men kanska verður eitt valumfar aftrat
Í løtuni er óvist, um Nýtt demokrati fær neyðugu 151 sessirnar fyri at fáa meiriluta í tjóðartinginum
Flokkurin hjá Mitsotakis, forsætisráðharra, gjørdist størstur á valinum í Grikkalandi í gjár, men enn er óvist, um Nýtt demokrati varðveitir stjórnarvaldið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.05.2023 - 08:33

Konservativi stjórnarflokkurin, Nýtt demokrati, gjørdist størsti flokkur á tjóðartingsvalinum í Grikkalandi í gjár, nú nærum allar atkvøðurnar eru taldar.

Kortini er ikki vist, um flokkurin fær neyðugu 151 sessirnar fyri at fáa meiriluta í tjóðartinginum.  

Grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, segði í takkarrøðu síni í gjárkvøldið, at hann ætlar at halda fram sum stjórnarleiðari. 

Men enn er óvist, um Nýtt demokrati fer at skipa samgongu.

 

Alexis Tsipras, formaður í Syriza, ætlar sær eisini gerast forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Tsipras vil eisini vera stjórnarleiðari

Alexis Tsipras, sum er formaður í flokkinum Syriza, ið gjørdist næststørsti flokkur á valinum, hevur boðað frá, at hann ætlar sær at leiða landið næstu fýra árini. 

Fær Nýtt demokrati ikki meiriluta, verður eitt valumfar aftrat.

Í 2010 fór Grikkaland av knóranum, og síðan hevur landið roynt at fótað sær.

Í fjør var fyrsta árið síðani kreppuna, at avlop var á fíggjarlógini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083