Tjóðbankin: Ivasamt um javnvág verður í landskassanum í 2016

Tjóðbankin: Ivasamt um javnvág verður í landskassanum í 2016
Stór óvissa er um, hvussu landsstýrið ætlar at sleppa av við hallið. Vandi er fyri verri rating, tí handilstiltøkini elva til óvissu, sigur Tjóðbankin
 
19.09.2013 - 12:43

Tjóðbankin ivast í, um tað fer at eydnast landsstýrinum í Føroyum at fáa javnvág í fíggjarlógina í 2016. Í frágreiðing sínari um triðja ársfjórðing viðger Tjóðbankin eisini føroyska búskapin.

Tað er gott, sigur Morten Hedegaard Rasmussen, sum skrivar um Føroyar, at landsstýrið vil hava avlop í landskassanum frá 2016. Ein fíggjarpolitikkur, sum ikki er nóg góður, fer skjótt at enda í einari lægri kredittmeting og hægri rentum.

Stór óvissa

Men stór óvissa er um, hvussu landsstýrið ætlar at sleppa av við hallið. Skjótari javnvágin kemur, lættari verður hjá bæði húsarhaldum og vinnuni at leggja til rættis sambært tí. Og tað styrkir harafturat trúvirðið hjá fíggjarpolitikkinum.

Gamaní hevur kredittmetingarfyritøkan Moody´s fyri stuttum staðfest ratingina, skoðsmálið hjá Føroyum at vera Aa3, sum er tann fjórð besta av 21 møguligum. Men vandi er fyri einari verri rating, tí handilstiltøkini hjá ES elva til óvissa um føroyska búskapin, sigur Tjóðbankin.

Arbeiða uttanlands

Tjóðbankin sigur eisini, at nógvir føroyingar, sum búgva í Føroyum, arbeiða í øðrum londum. Stórur eftirspurningur eftir føroyskari arbeiðsmegi uttanlands ger, at einki bendir á, at føroyingar fara at gevast við at arbeiða í øðrum londum. Men millum annað byggivinnan í Føroyum hevur brúk fyri arbeiðsmegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044