Álit frá fíggjarnevndini væntandi løgd fram í dag

Álit frá fíggjarnevndini væntandi løgd fram í dag
Helst verður okkurt uppskot eisini lagt fram á tingfundinum, tí hósdagin eru møguligar fyrstu viðgerðir á skránni
Tingfundur verður seinnapartin í dag.
 
30.05.2023 - 08:38

Tingfundur verður seinnapartin í dag.

Á skránni er framløga.

Fíggjarnevndin hevur framvegis trý mál.

Tey eru uppskotini um at broyta kapitalvinningsskattalógina, uppskotið um fyrsta byggistig, nú skúlabygningarnir á Frælsinum í Havn skulu umvælast og umbyggjast, og uppskotið til samtyktar um at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast. 

Bíðað verður eftir álitunum um tey.

Men á tingfundinum í dag kemur helst okkurt nýtt uppskot.

Tí á tingfundinum hósdagin eru møguligar fyrstu viðgerðir á dagsskránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717