Einki skipað samstarv um ADHD-viðgerð

Einki skipað samstarv um ADHD-viðgerð
Síðani 2016 er útskrivaða nøgdin av Ritalini og øðrum ADHD-heilivági farin úr 8,4 samdøgursskamtum upp í 31,9
Útskrivaða nøgdin av Ritalin og øðrum ADHD-heilivági er nógv vaksin seinastu árini. (Savnsmynd)
 
30.05.2023 - 08:42

Heilsumálaráðið veit ikki, hvussu nógv fáa staðfest ADHD hjá privatum læknum og hvussu nógv hjá almennum læknum. 

Og sambært Sjúkrahúsverkinum er einki skipað samstarv á psykiatriska økinum millum almenna geiran og privatar serlæknar um sjúkuavgerð og viðgerð av ADHD.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu.

Síðani 2016 er útskrivaða nøgdin av Ritalini og øðrum ADHD-heilivági farin úr 8,4 samdøgursskamtum upp í 31,9. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717