Vindmylla aftur upp á pláss

Vindmylla aftur upp á pláss
Ein av vindmyllunum í Neshaga, Mylla 4, sum síðan september mánaði í fjør hevur staðið uttan veingir og generator, er nú sett saman aftur.
Mylla 4 í Neshaga verður nú sett saman aftur
Mynd: SEV  
 
03.06.2023 - 17:54

Generatorurin og hubburin - ella hjartað, sum veingirnir eru festir í - hevur verið heilt í Newcastle í Onglandi til umvælingar.

Hósdagin varð generatorin monteraður, og nú verða hubbur og veingir eisini settir á mylluna aftur.

Veingirnir hava verið eftir í Føroyum, meðan restin hevur verið til umvælingar í Ongandi.

Myllurnar hava upp á skift verið ávirkaðar av generatorskaðum síðani 2020, skrivar heimasíðan hjá SEV.

Ymiskt hevur verið gjørt fyri at rætta brekið, men í heyst vórðu partar av myllu 4 sendir til Onglands.

Síðan ódnarveðrið fyrst í februar hava allar myllurnar í Neshaga staðið stillar.

– Allar myllurnar hava sama skaða, og um hetta við myllu 4 vísir seg at rigga, ber møguliga til at umvæla hinar á sama hátt, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357