Tvíheldur um, at hann hevur ikki sagt ósatt fyri løgtinginum

Tvíheldur um, at hann hevur ikki sagt ósatt fyri løgtinginum
Aksel V. Johannesen sigur, at hann hevur ongar trupulleikar, um kanningarstjóri verður settur at kanna málið, tí hann er sannførdur um, at einki skeivt er gjørt
Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísir aftur, at hann hevur sagt ósatt fyri løgtinginum.
 
09.06.2023 - 13:19

- Eg havi ikki sagt ósatt fyri løgtinginum. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hann viðgongur tó, at tað ikki var fyrr enn eftir tingfundin, at hann gjørdist varugur við, at hann á tíðindafundinum um morgunin hevði brúkt skeiv tøl um, hvussu nógv russisk skip umskipa og landa í Føroyum.

Orsøkin er, at frágreiðingin, sum landsstýrið hevur gjørt í sambandi við nýggju revsitiltøkini, brúkar tøl fyri 2021 og ikki 2022. 

Aksel V. Johannesen sigur, at hann hevur ongar trupulleikar, um kanningarstjóri verður settur at kanna málið, tí hann er sannførdur um, at einki skeivt er gjørt.

Løgmaður var í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09062023_Aksel_um_tol

 

Hoyr allan Breddan her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096