Norsk skip fáa nógvan makrel

Norsk skip fáa nógvan makrel
Prísurin er góður. Í farnu viku var hægsti prísur 11 krónur fyri kilo á uppboðssølu. Miðalprísurin var góðar átta krónur í síðstu viku, upplýsir Norges Silde-salgslag.
 
24.09.2013 - 09:39

Norska makrelveiðan er nú byrjað av álvara. Skipini hava leitað leingi, og lítið hevur verið at fingið.

Men nú bragdar. Í síðstu viku fiskaðu norsku skipini 24-túsund tons av makreli, bæði í ES-sjógvi og í norskum sjógvi.

Størsti makrelurin er í ES-sjógvi, men í norskum sjógvi er støddin ymisk. Minsti makrelurin er sunnanfyri. 

Prísurin er góður. Í farnu viku var hægsti prísur 11 krónur fyri kilo á uppboðssølu. Miðalprísurin var góðar átta krónur í síðstu viku, upplýsir Norges Silde-salgslag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086