Rópa varskó um jarðhitaboringar

Rópa varskó um jarðhitaboringar
Kommunurnar vilja hava landið at gera felags reglur um allar boringar
Jarðhitaboring.
 
17.06.2023 - 13:20

Nakrar kommunur eru longu givnar at geva loyvi til at bora eftir jarðhita.

Og vandi er fyri, at fleiri fara at gera tað.

Tað var niðurstøðan á stýrisfundi í Kommunufelagnum í gjár.
 
Felagið sigur, at ábyrgdin fyri dustinum, sum kemur frá boringunum, og dálking má staðfestast, so somu krøv vera til allar jarðhitaboringar. 

Summar kommunur hava spurt landsmyndugleikarnar, men sum skilst er ógreitt, hvat er í dustinum.

Oyðileggur kloakkir

Eisini hevur dustið lyndi til at leggja seg sum betong í kloakkskipanirnar. 

Kommunurnar kunnu tí ikki bara lata standa til, tí mangt bendir eisini á, at dustið leggur seg varandi í áir og vøtn. 

Eitt samt stýri í Kommunufelagnum heitir á landsstýrið og viðkomandi myndugleikar um at fáa skil á hesum øki.

Kommunufelagið vil, at kommunurnar kunnu seta felags krøv um jarðhitaboringar. 

Men tær hava brúk fyri, at landið er við í hesum arbeiði.

Stýrið heitir tí á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um alt fyri eitt at skipa so fyri, at gongd verður sett á arbeiðið at fáa skil á hesum økinum. 

Luturin hjá kommununum skal ikki liggja eftir, sigur Kommunufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532