Farmaflogfarið fer at eita Eysturoy

Farmaflogfarið fer at eita Eysturoy
Flogfarið hjá FarCargo fer eftir ætlan at flúgva laks fyri Bakkafrost seinast í september
Flogfarið hjá FarCargo fer at eita Eysturoy, og gongst sum ætlað, byrjar flúgvingin millum Vágar og USA seinast í september. (Mynd: Planespotters. net)
 
20.06.2023 - 08:00

Flogfarið, sum FarCargo hevur keypt úr USA at flúgva laks fyri Bakkafrost úr Føroyum á amerikanska marknaðin, fer at eita Eysturoy.

Tað skrivar check-in.dk

Flogfarið, sum er av slagnum 757-200, er 22 ára gamalt. Tað hevur flogið við ferðafólki, men nú verður tað riggað til farmaflutning. 

Flogfarið er keypt úr USA, men tað verður umbygt í Kina. Hong Kong Aircraft Engineering Company Limited stendur fyri arbeiðnum. 

 

Birgir Nielsen er stjóri í FarCargo. (Bjarni Árting Rubeksen)

 

Skrásett í Svøríki

Bakkafrost hevur stovnað FarCargo, men flogfarið verður skrásett í Svøríki. Samstarv er fingið í lag við svenska felagið, West Atlantic, sum eisini hevur rakstrarloyvið um hendi. 

Birgir Nielsen, stjóri i FarCargo, sigur í samrøðu við check-in.dk, at FarCargo væntar at fáa umbygda flogfarið seinast í august.

Og ætlanin er at fara undir farmaflúgvingina seinast í september. 

 

Ikki neyðug skjalprógv

Upprunaliga ætlaði FarCargo at keypa eitt flogfar av sama slag frá 1992, sum m.a. hevði flogið fyri russiska felagið Aviaster-TU Airlines. 

Men evropeisku loftferðslumyndugleikarnir góðkendu ikki skjølini, tí fyrrverandi eigararnir kundu eftir øllum at døma ikki útvega neyðug skjalprógv.

Ætlanin var tí slept, og FarCargo fór tí at leita eftir einum øðrum flogfari. 

Flogfarið, sum nú er keypt, hevur burturav flogið í USA, og tí verður lættari at avgreiða pappírsarbeiðið, skrivar check-in.dk

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Birgir Nielsen, stjóra í FarCargo:

 

20062023_Birgir_Nielsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138