Veðurstovan: Kelvin-Helmholtzskýggj yvir Føroyum

Veðurstovan: Kelvin-Helmholtzskýggj yvir Føroyum
Í góðveðrinum sum hevur ligið yvir Føroyar seinastu tíðina, varð avmyndað eitt heilt serligt veðurfyribrigdi.
Mynd av verðurfyribrigdinum Kelvin-Helmholtzskýggj
Mynd: Kári Suni Lisberg  
 
19.06.2023 - 14:00

Í veðursendingini í KvF fríggjadagin 9.juni vísti Andrias Klein Gregoriussen hesa avbera góðu myndina við nøkrum merkisverdum skýggjum. Myndin er eitt sera gott dømi uppá Kelvin-Helmholtzbylgjur, nevnt eftir tveimum alisfrøðingum, sum vóru fyrstir at lýsa hetta fyribrigdið í 19. øld.

 

Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur, greiðir frá veðurfyribrigdinum Kelvin-Helmholtzbylgjur. Mynd: Kári Suni Lisberg /KVF-Veðrið

 

Munurin á vindferðini skapa meldrar

Í lufthavinum er luftløg við ymiskari vindferð. Viðhvørt er munurin á vindferðini í luftløgunum stór, og luftlagið við størri vindferðini dregur tá luft upp til sín úr tí niðara luftlagnum, har sum vindferðin er minni. Tá síggjast meldrar á luftini og aldur, sum tað sæst á tekningini niðanfyri.

 

Mynd: Veðurstova Føroya/Kollokvium.worldpress.com

 

 

Tá ið stórur munur á vindferðini í løgunum, og at tað samstundis eru skýggj á luftini, soleiðis at rørslurnar í luftini sæst, so síggjast aldurnar á luftini.

 

Veik brúgvaløg orsøkin

Soleiðis var tað í døgunum áðrenn 9. juni, tá ið vit høvdu hátrýstveður við lítlum vindi í tí niðasta lagnum. Samstundis fóru veik brúgvaløg fóru fram við okkara leiðum, og sum gjørdu, at vindferðin í erva var væl meiri, enn í tí niðasta lagnum.

Eitt klænt og slavið luftlag við skýggjum lág eisini oman fyri Føroyar hesar dagarnar, og tí fingu vit ta sjáldsamu sjón við óvanliga vøkrum skýggjum, og tíbetur fyri okkum øll var ein fotografur skjótur við myndatólinum. Tað hevur týdning fyri flogferðsluna at síggja hesar aldur. Tær boða vanliga frá nógvum turbulensi, og tað royna øll flogfólk at stýra rundanum.

Kelvin-Helmholtz fyribrigdið er eisini tað, sum ger aldur á sjónum. Vindurin fer skjótari eftir havskorpuni og dregur sjógvin við sær. Sjógvurin flytir seg ikki líka skjótt sum luftin, og tí koma aldur.

 


Hátrýstveður yvir Føroyar við brúgvaløgum eystanfyri Føroyar, 8 juni 2023, klokkan 00z. Mynd: Metoffice.gov.uk.

 

Kelda: Jeanne Mangerel, veðurfrøðingur á Veðurstovu Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392