Veðurstovan: Veðrið næstu 6 vikurnar?

Veðurstovan: Veðrið næstu 6 vikurnar?
Norska veðurstovan væntar turrveður og lýðku til endan av juli. Hetta fer eisini at fevna um leiðirnar kring Føroyar.
Hýkur dimmið mjúkt um hellulandið
Mynd: Gurið Lómfelli  
 
20.06.2023 - 10:08

Norska veðurstovan væntar turrveður og lýðku í Suðurnoregi hetta til endan av juli. Ikki bert sjálvt Suðurnoreg, men eisini økið vestanfyri fer at liggja undir einum hátrýsti fyri og øðrum eftir. Hetta fer eisini at fevna um leiðirnar kring Føroyar.

 

Í økinum litað myrkt við reyðum fer tað at vera millum 3 og 6 stig heitari enn vanligt hesa vikuna. Í økinum litað við ljósari reyðum, vænta tey at tað fer at vera upp í 3 stig heitari enn vanligt. Kelda: ECMWF 


Spádómurin hjá evropeisku veðurstovuni ECMWF fyri næstu 6 vikurnar er, at størsti parturin av Evropa kann vænta sær eitt heitari summar enn vanligt. 

Hetta er serliga galdandi fyri Norðurevropa, bretsku oyggjarnar og alt Skandinavia – t.e. Danmark, Noreg og Svøríki. Hitalagið fer at liggja oman fyri tað normala í tí, sum er eftir av juni og allan juli. 

Vanliga verður ikki farið 6 vikur fram í tíðina, tá ið veðurfrøðingar spáa um veðrið. Tað kunnu gerast reinar gitingar. Nakrar dagar fram er vanliga í lagi, og viðhvørt eisini longri enn tað. Men tað eru hættir at gera langtíðarforsagnir. Tær snúgva seg um veðrið generelt, um tað vera há- og/ella lágtrýst, sum fara at leggja seg á økini – ikki um ættin fer at vera norðan ella sunnan. 

 

 

Veðurkortið hjá ECMWF fyri tíðarskeiðið 10. til 17. Juli vísir, at lufttrýstið høgt í Norðurevropa. Hátrýst seta vit í samband við gott veður. Síðan endan av mai í ár, hevur lufttrýstið verið høgt á leiðunum kring Føroyar, og veðrið verið óvanliga gott. 


Vit hava hoyrt í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum m.a. at bøndur í Suðursvøríki hava avlíðað nógv neyt, tí tað ikki hevur verið nóg mikið av vatni. Í londum kring okkum er ikki líka nógv vatn, sum tað er her í Føroyum.

Og tó.

Tá ið turkur hevur verið í longri tíð í Føroyum, hoyra vit ofta lýsingar frá kommunum, har tey biðja fólk ikki brúka ov nógv vatn. 

Er metingarnar hjá ECMWF fyri veðrið næstu 6 vikurnar ella so eftirfarandi, fara vit helst at hoyra slíkar lýsingar aftur. 

 

Kelda: Hanus Kjølbro, Veðurstova Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392