- Alt fer inn, og tað skal upp í tríkantin eisini

- Alt fer inn, og tað skal upp í tríkantin eisini
Føroyski liðskiparin, Viljormur Davidsen, helt, at føroyska landsliðið reistist eftir tapið fyri Kekkia leygarkvøldið, men iðraði seg um úrslitið og albanska málið til 2-1
20.06.2023 - 23:22

 - Alt fer inn, og tað sær út til, at tað skal upp í tríkantin eisini.

Tað staðfesti liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Viljormur Davidsen, eftir 3-1 undankappingartapið fyri Albania týskvøldið.

Hann helt, at føroyska avrikið var munandi betri enn leygarkvøldið ímóti Kekkia, men iðraði seg um málini, sum albanar fingu á Tórsvølli. Serliga 2-1 málið - eitt skot upp í málhornið, ørkymlaði liðskiparan.

 - Vit kunnu gera tað betri, vera nærri við. Hinvegin vil mann gjarna, at ein spælari skjýtur úr 30 metrum við skeiva beininum. Tað burdi ikki verið farligt, segði Viljormur Davidsen.

Men tað var tað. Kristjan Asllani skjýtur neyvan nakað eins gott mál í bræði, og hóast heimaliðið hevði fleiri málmøguleikar, eydnaðist ikki at javna.

 - Vit leypa á, og so kemur eitt kontramál, sum teir so avgera dystin upp á. Men vit geva alt, vit hava, og tað hevur týdning, segði Viljormur Davidsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611