1,3 milliardir fólk hava diabetes í 2050

1,3 milliardir fólk hava diabetes í 2050
Í løtuni hava 529 milliónir fólk sjúkuna, og nógv tey flestu hava typu 2-diabetes
Talið á fólki við diabetes fer at vaksa í stórum næstu árini, vísir gransking. (Savnsmynd)
 
23.06.2023 - 09:44

Talið á fólki við diabetes ella sukursjúku fer at vaksa í stórum næstu áratíggjuni, og hesumegin 2050 fara 1,3 milliardir fólk at hava sjúkuna.

Sambært umfatandi greining av heimsfevndandi dátum, fer varandi sukursjúka at vinda upp á seg í øllum heimsins londum.

Talan er um meir enn eina tvífalding sammett við í dag.

 

Tey flestu hava typu 2-dibetes

Mett verður, at 529 milliónir fólk hava diabetes í øllum heiminum. Av hesum hava 95 prosent typu 2-diabetes, ið verður sett í samband við ringar lívsvanar og fiti.

Nýggja granskingin er givin út í tíðarritinum, Lancet. Hon metir, at fyri 2045 fara tríggir fjórðingar av vaksnum fólki við diabetes at búgva í lág- og miðalinntøkulondum.

Liane Ong, sum er ein av høvundunum, sigur, at ein orsøk til stóra vøksturin er, at matvanarnir hjá fólki eru broyttir síðstu árini, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342