Hanna Jensen fer úr landspolitikki

Hanna Jensen fer úr landspolitikki
Framsóknarkvinnan tekur við aftur starvinum sum rektari á Kambsdali 1. august, og fer tá úr landspolitikki
Hanna Jensen verður nú fyrrverandi tingkvinna
 
23.06.2023 - 21:41

Tað verður nú í summar, at punktum fyribils verður sett fyri tíðina hjá Honnu Jensen sum tingkvinnu fyri Framsókn. 1. august tekur hon við aftur starvinum sum rektari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, og hetta krevur, at hon fer úr løgtinginum.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, váttar, at Hanna Jensen aftur verður rektari. Hann staðfestir samstundis, at rektarastarvið ikki kann røkjast hálva tíð, og tí krevur tað, at hon fer úr løgrtinginum.

Kringvarpið hevur fleiri ferðir ringt og skrivað til Honnu Jensen í dag, fyri at hoyra nærri um avgerðina. Men tað hevur ikki eydnast at fáa samband við hana.

Árni M. Dam er næstur á listanum hjá Framsókn, og tí verður hann helst nýggjur tingmaður fyri Framsókn á Ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672