Landsstýrismálanevndin hevur fund um løgmann og Høgna Hoydal

Landsstýrismálanevndin hevur fund um løgmann og Høgna Hoydal
Bárður á Steig Nielsen, nevndarlimur, vil hava nevndina at kanna teir báðar
Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini.
 
26.06.2023 - 08:26

Landsstýrismálanevndin hevur fund í dag um Høgna Hoydal, landsstýrismann, og um Aksel V. Johannesen, løgmann.

Nevndin kannar, um Høgni Hoydal segði ósatt í tinginum, tá hann segði, at limirnir í uttanlandsnevndini kunnu upplýsa sínum floksfeløgum um tað, sum hendir í uttanlandsnevndini. 

Og Aksel V. Johannesen brúkti skeiv tøl um landing og umskiping hjá russiskum skipum í føroyskum havnum. 

Bárður á Steig Nielsen, sum er í landsstýrismálanevndini, vil hava nevndina at viðgera hesi málini.

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, segði soleiðis eftir fundin hjá nevndini mánadagin í síðstu viku:

 

26062023_Hans_Jacob


Fundurin hjá landsstýrismálanevndini er klokkan ellivu í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672