Handverksmeistarar skulu løggildast

Handverksmeistarar skulu løggildast
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kim Durhuus, løgtingsmanni
Krøvini til teirra, sum bjóða uppá og standa fyri byggiverkætlanum í Føroyum, eru ikki í samsvari við herdu fakligu krøvini um bygging, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum. (Savnsmynd)
 
27.06.2023 - 08:25

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer at gera lógaruppskot um løggildingarskipan til handverksmeistarar. 

Samstundis er ætlanin, at Barna-og útbúgvingarmálaráðið leggur til rættis eina meistaraútbúgving til handverksmeistarar.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Kim Durhuus, løgtingsmann.

Hann spurdi, um ein lóg er á veg, sum krevur, at byggifyritøkur, sum arbeiða fyri privat fólk, eisini skulu seta fíggjarliga trygd.

 

Kim Durhuus, løgtingsmaður.

 

Samsvara ikki við fakligu krøvini

Høgni Hoydal sigur, at krøvini til teirra, sum bjóða uppá og standa fyri byggiverkætlanum í Føroyum, eru ikki í samsvari við herdu fakligu krøvini um bygging, sum ásett eru í byggilógini og bygningskunngerðini. 

Men spurningurin, sum Kim Durhuus setir, er ikki viðgjørdur, sigur landsstýrismaðurin.

- Eg eri kortini sannførdur um, at spurningurin eigur at vera kannaður nærri, sigur Høgni Hoydal.

Í dag kunnu partar, sum gera avtalu um eina byggiverkætlan, avtala eina fíggjarliga trygd. 

Um byggifyritøkur og privatfólk gagnnýta møguleikan at avtala fíggjarliga trygd, tá sethús skulu byggjast, er heldur óvist, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542