Føroyskur fótbóltur í nýggjum hami

Føroyskur fótbóltur í nýggjum hami
Meistaraspæl og upp- og niðurflytingarspæl. Tað verður kanska framtíðin í føroyskum fótbólti, skrivar in.fo
Grønt ljós: føroyskur fótbóltur verður kanska fyri kollveltandi broyting
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
27.06.2023 - 12:38

Føroyskur fótbóltur skal hava meistaraspæl og upp- og niðurflytingarspæl.

Nógv bendir á, at kappingarleisturin fyri føroysku landskappingina í fótbólti verður kollveltur, skrivar in.fo.

Sambært keldum, sum in.fo hevur tosað við, er meiriluti millum føroysku fótbóltsfeløgini fyri at broyta leistin frá klassiska leistinum, har øll spæla ímóti øllum, og liðið við mest stigum vinnur føroyameistaraheitið.

Nýggja uppskotið gongur út upp á, at tá kappingin er hálvspæld verða liðini býtt í tveir bólkar. Seks tey ovastu fara í meistarabólk og spæla um FM, meðan fýra tey niðastu fara í bólk saman við tveimum teimumf remstu í 1. deild og spæla um upp- og niðurflyting.

Tað fremsta liðið í niðara bólkinum skal so spæla um eitt evropapláss ímóti tí niðasta í ovara bólkinum, sum hevur vunnið sær rætt til evropeiskan fótbólt, skrivar in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860