Nógvar íløgur í høvuðsstaðnum

Nógvar íløgur í høvuðsstaðnum
Raksturin skal ikki kosta meir enn nú, helst minni. Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt
 
27.09.2013 - 08:18

Raksturin hjá Tórshavnar kommuna skal ikki kosta meira enn hann ger, heldur nakað minni. Men nógvar íløgur skulu gerast næsta ár. Skattaprosentið verður tað sama sum í ár, 20,5, og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 8.000 kr.

Tað sigur uppskotið um fíggjarætlan fyri 2014 hjá Tórshavnar kommunu. Uppskotið um fíggjarætlan javnvigar við 649 mió. kr., sum eru 13 milliónir meira enn í uppskotinum fyri 2013.

Býráðið leggur dent á íløgurnar. Næsta ár eru settar av fimm milliónir krónur til dagsstovn í Kollafirði, níggju milliónir til dupultítróttarhøll við Landavegin, ein millión til ítróttarhøll á Argjum og níggju milliónir til miðbýarætlan.

Tvær milliónir skulu brúkast til spælipláss í miðbýnum. Arbeiðið við Tórsvølli heldur fram, og peningur er eisini settur av til nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík.

Tvær milliónir eru settar av til Reinsaríið í Tórsgøtu, sum skal brúkast til rútmiskan tónleik. Og tríggjar milliónir eru settar av til Musikkskúlan í Sortudíki.

Peningur er eisini settur av til útstykkingar í Havn og í Kollafirði. Íløgurnar í Tórshavnar kommunu næsta ár verða, sambært uppskotinum um fíggjarætlan, góðar 131 mió. kr., og raksturin skal kosta 480 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591