Grindamannafelagið hevur álit á løgregluni

Grindamannafelagið hevur álit á løgregluni
Umráðandi er, at fólk sissa seg og ikki leypa framav, nú Paul Watson roynir at fóðra sína propagandamaskinu, sigur formaðurin í felagnum
John Paul Dejoria kom heilt inn at molanum í Havn sunnudagin, áðrenn skipið setti kós suðureftir.
Mynd: Hans Oluf Johannessen  
 
12.07.2023 - 08:48

- Grindamannafelagið hevur álit á arbeiðinum hjá politinum og teimum avgerðum, fútin tekur.

Tað sigur formaðurin í felagnum, Esmar Joensen, nú skipið hjá Paul Watson, John Paul Dejoria, sunnudagin breyt forboðið fyri at koma inn um 12 fjórðingar.

Esmar Joensen heldur, at hóast hann skilir, at fólk kenna seg illa av, at skipið slapp heilt inn at molanum í Havn, uttan at verða tikið, so eigur politiið at fáa náðir til at arbeiða sum frægast.

Við Dimmalætting sigur formaðurin í Grindamannafelagnum, at umráðandi er, at fólk sissa seg og ikki leypa framav, nú Paul Watson roynir at fóðra sína propagandamaskinu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339