Brúktu 30 milliónir upp á Hasfjord - nú er skipið selt fyri 410.000 kr.

Brúktu 30 milliónir upp á Hasfjord - nú er skipið selt fyri 410.000 kr.
Eitt felag á Skála hevur keypt Hasfjord til upphøggingar
Hasfjord kom í flotan hjá Strandferðsluni í 2019. Hann hevur flutt farm millum Gomlurætt og Skopun.
 
20.07.2023 - 13:28

Strandfaraskipið Hasfjord er selt til upphøggingar fyri 410.000 kr. 

Strandferðslan skrivaði fyrr í vikuni undir sáttmála við  Sp/f 12.08.09 um Hasfjord til at høgga upp. Felagið, ið hevur keypt, heldur til á Skála. Skipið liggur í løtuni á Strondum.

Hasfjord var upprunaliga keyptur úr Noregi í 2019 til at flyta byggiútgerð og betong um Skopunafjørð í sambandi við Sandoyartunnilin. Talan bleiv eisini um aðra farmasigling í oynna.

Umvælingarnar av Hasfjord hava kostað nógv, og skipið hevur eisini ligið nógv, tí ymisk brek og óhapp hava verið. Krøvini frá klassanum gjørdust eisini strangari, sigur Strandferðslan.

 

48 ára gamal

Landsstýrismaðurin tók tí í samráð við Strandferðsluna um miðjan juni avgerð um at taka skipið úr sigling.

Hasfjord var upprunaliga bygdur í 1975, og er sostatt 48 ára gamal.

Strandferðslan keypti skipið í desember 2019 fyri 3,5 mió.kr og umvældi tað fyri 5,2 mió.kr, so samlaði úveganarkostnaðurin var 8,7 mió.kr.

Rakstrarkostnaðurin av Hasfjord árini 2020 til 2023 var 21,2 mió.kr., sigur Strandferðslan.

Sostatt eru brúktar umleið 30 mió.kr upp á skipið, sigur SSL. Hasfjord er nú seldur til upphøggingar fyri 410.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572