VIDEO: "Lat tað ikki ganga fimm ár, áðrenn eg komi aftur til Føroya"

VIDEO: "Lat tað ikki ganga fimm ár, áðrenn eg komi aftur til Føroya"
"Eg læri nakað nýtt, hvørja ferð eg vitji í Føroyum, og tí dámar mær væl at vitja aftur her," sigur 34 ára gamli Lukas Graham, sum leygarkvøldið var høvuðsnavnið á Tórsfest
Róar Mørkøre Hansen
Lukas Graham stórtrívist í Føroyum
24.07.2023 - 20:30

Heimskendi Lukas Graham, sum í veruleikanum eitur Lukas Forchammer, stórtrívist í Føroyum. 

Um vikuskiftið vitjaði hann fyri fimtu ferð Føroyar, og hann ætlar sær at koma skjótt aftur. 

"Latið tað nú ikki ganga fimm ár, áðrenn eg verið boðin aftur til Føroya at spæla fyri tykkum," ljóðaðu boðini frá Lukas Graham, tá hann stóð á Tórsfest-pallinum leygarkvøldið. 

Føroyskir konsert- og festivalfyriskiparar kunnu trygt bóka dugnaliga danan, tí bæði uppmøtingin til konsertina á Tórfesti, men sanniliga eisini móttøka, ið Lukas Graham fekk, vóru sera góðar. 

"Eg læri nakað nýtt, hvørja ferð eg vitji í Føroyum," greiddi Lukas Graham frá. 

Lukas Graham avdúkaði eisini, at hvalahjarta tatar smakkar væl. 

Sí samrøðu, sum Annika Repond Sørensen úr ungdómstoymið BIIT hjá Kringvarpi Føroya gjørdi við Lukas Graham, og sum Róar Mørkøre Hansen filmaði.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715