- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll Suðuroyggin fær grind

- Liðugt var at merkja um hálvgum átta tíðina, og seðlarnir koma eina ferð fyrrapartin, út ímóti middegi, sigur sýslumaðurin, Jaspur Vang.
Grindin verður býtt til alla oynna, og hon verður býtt í heimapartar, sum venja er í Suðuroynni.
Raksturin gekk væl, men eftir at teir fyrstu hvalirnir vóru dripnir, rendu hinir seg í eitt sandriv og steðgaðu.
Tað lukkaðist tó at fáa teir innum og at gera landgongd. Men ein løta fór við tí.
Tveir tímar at halda grindini til
Okkurt um tveir tímar gingu frá tí, at fyrsti hvalurin doyði, til tann seinasti doyði.
Nógvir bátar og nógv fólk var í grind, og veðrið er av tí besta og ikki ov lýtt.
- Við undantaki av sandrivinum, gekk drápið væl, sigur Jaspur Vang, sýslumaðurin.




























