Russisk skip bunkra á fiskileið

Russisk skip bunkra á fiskileið
Russisku skipini, sum áður hava bunkrað í Føroyum, bunkra nú á opnum havi.
Norska tangaskipið Polar Viking letur nú russiskum fiskiskipum olju
 
25.07.2023 - 10:13

Norska tangaskipið Polar Viking, sum hevur bunkrað russisku fiskiskipini í Irmingarhavinum, bunkrar nú eisini russisku fiskiskipini á makrelleiðini í altjóða sjógvi.

Russisku skipini hava bunkrað í Føroyum, men nú bunkra tey á opnum havi.

Tað veit Vágaportalurin at siga við upplýsingum frá FishFacts.

Polar Viking hevur í fleiri vikur siglt pendulfart millum makrelleiðina og Norra.

Hetta er ein avleiðing av føroysku revsitiltøkunum ímóti Russlandi, sum komu í gildi tann 7. juli.

Nú sleppa bara skip, sum fiska sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland, at umskipa ella landa í føroyskari havn og fáa tænastur har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213