- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trolari rendi á ísfjall
Trolari rendi á ísfjall
Polar Nataarnaq, sum leygardagin sigldi á eitt ísfjall sunnan fyri Grønland, verður umvældur í Føroyum.

Polar Nataarnaq
26.07.2023 - 07:11
Ikki gongur alt ov væl hjá trolaranum Polar Nataarnaq hjá Polar Seafood.
Leygardagin sigldi trolarin á eitt ísfjall sunnan fyri Grønland.
Eingin fólkaskaði var. 13 mans eru við trolaranum.
Polar Nataarnaq er komin til Føroya at vera umvældur og liggur nú á Skála.
Hassj umborð
Polar Nataarnaq var á veg til Grønlands, eftir at hava verið á beding í Danmark.
Meðan hann var har, vóru funnin fýra kilo av hassji umborð.
Á veg heim til Grønlands var trolarin á Havnini. Tá vóru funnin fimm kilo aftrat av hassji umborð.
Fyrst í januar í ár var samanstoytur millum Polar Nataarnaq og trolaran Akamalik við Maniitsoq.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























