- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur heimamissiónsformaður
Nýggjur heimamissiónsformaður
Tann 1. august tekur Heri Kjærbo úr Havn við sum nýggjur formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum.

Heri Kjærbo tekur við sum nýggjur heimamissiónsformaður tann 1. august
Mynd: Trúboðin
26.07.2023 - 08:55
Hann tekur við eftir Símun Persson Jacobsen, ið leggur frá sær eftir 13 ár í høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini, harav tey síðstu 10 sum formaður.
Heri Kjærbo, sum er 56 ára gamal, hevur síðstu seks árini verið formaður í Meinigheitshúsinum í Havn.
Frá 1998 til 2006 var hann í starvi hjá Luthersku kirkjuni í Tansania, og hevur áður verið í løntum starvi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini frá 2009 til 2013.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























