Umvæla og dagføra í Søldarfirði

Umvæla og dagføra í Søldarfirði
Skúlabygningurin í Søldarfirði, sum í fleiri ár ikki hevur verið brúktur sum skúli, er seinnu árini blivin umvældur, so hann kann brúkast til onnur endamál.
Skúlabygningurin í Søldarfirði verður nú brúktur sum vøggustova og til taekwondo-ítrótt
Mynd: Hans Erik Hansen  
 
27.07.2023 - 10:07

- Skúlastovurnar eru nú vøggustova í dagtímunum og fimleikahøllin hýsir taekwondo-ítróttinum, sigur Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini í Runavíkar býráð.

Timburtænastan hevur gjørt umvælingar og dagførd bygningin, og eru brúktar umleið 7,4 milliónir krónur til tað arbeiðið.

Nú eru gomlu vesini út ímóti skúlagarðinum rivin niður, so pláss verður fyri nýggjari omankoyring frá høvuðsvegnum, og tað arbeiðið ger Voyt.

- Harumframt skal eisini nýtt spælipláss gerast, so umstøðurnar til verandi virksemi vera so góðar sum gjørligt, sigur Petur Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213