- Tíðindi, mentan og ítróttur
Níggju vilja hýsa fongsli
Níggju vilja hýsa fongsli
Níggju kommunur hava boðið seg fram at hýsa fongslinum, sum skal byggjast í Føroyum.

31.07.2023 - 07:57
Tær eru Tvøroyrar kommuna, Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna, Tórshavnar kommuna, Sunda kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vága kommuna, Nes kommuna og Eysturkommuna.
Landsstýrið hevur sent danska Løgmálaráðnum uppskotini.
Løgmálaráðið skal saman við landsstýrinum avgera, hvør staðseting er tann besta.
Fongslið skal vera liðugt í 2029.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























