Tvey harðskapsmál í nátt

Tvey harðskapsmál í nátt
Politiið havt nakað at gjørt í Klaksvík í nátt. Millum annað hava tvey harðskapsmál verið
 
05.08.2023 - 11:07

Bæði harðskapsmálini hendu og vórðu fráboðað millum klokkan tvey og trý í nátt. 

Í eina førinum varð ein vaktur á Summarfestivalinum sligin av einum gesti.

Vakturin var til arbeiðis, og brotsmaðurin er ein, sum politiið kennir í forvegin.

Vakturin, sum boðaði frá fer á sjúkrahúsið í dag, soleiðis at ein lækni kann lýsa skaðan.

Í hinum harðskapsmálinum vóru fleiri vitni til tilburðin.

Har er ein maður skuldsettur og er í varðhaldi.

Politiið fer at tosa við vitni í dag, og tey fara eisini at tosa við brotsmannin seinni í dag, tá ið hann hevur sovið rúsin av sær.

Annars hevur politiið verið úti fimm ferðir í nátt eftir fólki, sum høvdu fingið ov nógv niðurum - fýra ferðir í Klaksvík og eina ferð í Havn.

Boð vórðu síðani send eftir avvarðandi at koma eftir teimum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213