Oyraproppar til festivalgestir

Oyraproppar til festivalgestir
Felagið Hoyr hevur í samstarvi við Summarfestivalin býtt út hoyriproppar til teirra, sum eru komin til Klaksvíkar at lurta eftir tónleiki á Summarfestivalinum
 
05.08.2023 - 11:12

Oyraproppar kunnu vera við til at verja hoyrnina undir konsertum.

Bara hóskvøldið býttu tey út 1200 sett av oyraproppum á sjálvum festivaløkinum, umframt tað, sum varð býtt út, har fólk fáa armband.

- Vit eru fegin um hetta samstarv við Summarfestivalin, tí vit ynskja, at ung sum gomul vera so trygg sum gjørligt á festvali, siga tey í Hoyr.

Hoyr er áhugafelag fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn, avvarðandi og onnur áhugað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213