U17-hondbóltskvinnur vunnu á Grikkalandi

U17-hondbóltskvinnur vunnu á Grikkalandi
Føroysku U17-hondbóltskvinnurnar fingu í morgun eina góða byrjan í EHF Championship-kappingini, sum er í Baku í Aserbadjan
U17-kvinnulandsliðið í hondbólti vunnu á Grikkalandi í morgun.
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
05.08.2023 - 11:14

Í sínum fyrsta dysti í kappingini vunnu tær 27-22 á Grikkalandi, eftir at hava verið á odda 16-8 í hálvleikinum.

Føroyskur toppskjútti var Silja Geirsdóttir Eystberg við níggju málum, og hon var eisini kosin besti føroyski spælari eftir dystin.

Hini londini í okkara bólki eru Spania, Ísrael og Luksemborg, og føroysku U17-kvinnurnar spæla í morgin klokkan trý korter til eitt ímóti Ísrael.

Landsliðsvenjarar eru Ingi Olsen og Agnar Joensen.

Allir dystirnir kunnu síggjast á heimasíðuni ehftv.com.
_ _ _

Í kvøld er enn meira landsliðshondbóltur á skránni, tí U19-manslandsliðið skal spæla altavgerandi dyst ímóti Svøríki í HM-endaspælinum, sum í hesum døgum er í Kroatia.

Føroyar skulu vinna fyri at koma víðari millum tey 16 bestu londini í kappingini, men Svøríki kann standa seg við javnleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213