- Tíðindi, mentan og ítróttur
Saudiarabia vertur fyri friðarfundi
Saudiarabia vertur fyri friðarfundi
Um vikuskiftið er Saudiarabia vertur fyri einum fundi, har eittans mál er á skránni: At royna at fáa ein friðarligan enda á krígnum í Ukraina

Saudiarabia vertur fyri fundi, sum skal fáa friðarligan enda á krígnum í Ukraina.
Mynd: Ahmed Yosri/Reuters/Ritzau Scanpix
05.08.2023 - 11:22
Altjóða trygdarráðgevar og høg embætisfólk úr eini 40 londum eru við, men Russland er tó ikki boðið við.
Andrij Jermak, sum umboðar Ukraina á fundinum, væntar tó ikki, at nógv fer at koma burtur úr hesum tinginum, skrivar hann á Telegram.
Men Ukraina vónar, at londini kunnu koma ásamt um nakrar heildarreglur fyri, hvussu russiska kríggið í Ukraina kann fáa ein enda, skrivar Reuters-tíðindastovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























