Eisini veturin á syðru hálvkúlu methøgur

Eisini veturin á syðru hálvkúlu methøgur
Juli hevur eftir øllum at døma verið heitasti mánaðin, sum nakrantíð er mátaður á jørðini
Hitabylgja um veturin í Kili.
Mynd: Ivan Alvarado/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.08.2023 - 11:46

Enntá á syðru hálvkúlu, har tað er vetur, hevur talan verið um methita.

Týsdagin vóru 30 stig máld í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires.

Hetta er mesti hiti, sum er mátaður har, síðani mátingarnar byrjaðu fyri 117 árum síðani.

Eisini í Chile, Bolivia, Paraguay og Uruguay hevur verið óvanliga heitt síðstu vikurnar.

Chilenski umhvørvisráðharrin vísir á tvær orsøkir til methitan, og tær eru veðurfyribrygdið El Niño og globala upphitingin, ið stendst av veðurlagsbroytingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213