Betri Banki hækkar renturnar

Betri Banki hækkar renturnar
Betri Banki hækkar nú enn einaferð inn- og útlánsrenturnar.
Betri Banki hækkar út- og innlánsrenturnar enn einaferð.
Mynd: Betri samtakið.  
 
05.08.2023 - 11:52

Grundin til, at tað verður gjørt, er, at Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin í farnu viku enn einaferð hækkaðu leiðandi rentuna.

Hesuferð er rentan hækkað við 0,25% stigum.

Í Betri banka fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum. Hetta er galdandi bæði fyri privat- og vinnukundar.

Útlánsrenturnar hækka við upp til 0,25% stigum.

Hinvegin hækka innlánsrenturnar við upp til 0,5% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 15. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162