- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helvtin av streyminum grøn
Helvtin av streyminum grøn
Eftirspurningurin eftir streymi øktist góð sjey prosent fyrra hálvár, og framleiðslan av grønum streymi vaks 20 prosent, samanborið við fyrra hálvár í fjør.

06.08.2023 - 11:55
Hetta svarar til, at aðruhvørja ferð, vit løddu telefonina ella kókaðu ketilin, var streymurin framleiddur úr burðardyggum orkukeldum.
Grøna streymframleiðslan var 50 prosent av samlaðu framleiðsluni, vísa nýggjastu tølini frá SEV.
Vindorkan gav smá 26 prosent, sum er dupult so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, og vatnorkan veitti góð 23 prosent, sum hinvegin er minni enn í fjør.
Størsti munurin er at síggja í vindorkuframleiðsluni, sum kom upp á 57,6 GigaWatt-tímar, samanborið við 28,6 GigaWatt-tímar í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























